Á tíðindafundi í dag hótti russiski forsetin, Vladimir Putin, við at steðga avtaluni, sum letur upp fyri ukrainskum útflutningi av korni um Svartahavið.
Forsetin vísti til ógvusligu spreingingina á Krim-brúnni fyri einari viku síðan. Krim-brúgvin, sum er hin longsta í Evropa, knýtir Krim-hálvoynna til Russlands.
Vladimir Putin leggur ukraina undir at vera atvoldin til, at ein lastbilur við spreingievni, sum var á brúnni, fór í luftina.
Russiskar fregnartænastukeldur siga seg hava fngið upplýsingar, sum benda á, at spreingievnið, sum varð brúkt, var futt við skipi úr ukrainska havnarbýnum, Odessa.
- Um tað fer at vísa seg, at ein humaniterur siglingarmøguleiki til flutning av korni hevur verið brúktur til hetta, so fara vit at steingja fyri hesum møguleika.
Nakað soleiðis segði russiski forsetin við tíðindafólk á einari vitjan í Astana i Kasakhstan, og tað er tiðindastovan, NTB, sum endurgevur frá tíðindafundinum.
Vladirmir Putin legði tó aftrat, at tað fyriliggja eingi prógv um, at spreingievnið, sum varð brúkt í álopinum á Krim-brúnna, varð flutt úr Odessa við skipi.