Sambært ukrainska forsetanum, Volodomyr Zelenskyj, hava átta fólk latið lív í russiskum álopum á býin, Odessa, sum er triðj størsti býur í Ukraina við umleið einari miljón íbúgvum.
- Ein av teimum, sum læt lív, var eitt pinkubarn, sum var tríggjar mánaðar gamalt, veit forsetin at siga.
Odessa liggur ikki við hermótið, har russiski herurin er í løtuni, men býurin liggur soleiðis fyri, at hann má takast av Russlandi, um landið skal røkka sínum máli at hava ein geira til Moldova.
Býráðið í Odessa sigur seint í kvøld á sosiala miðlinum Telegram, at russar framvegis skjóta rakettir móti býnum.
Harðir bardagar eru annars har eysturi í Ukraina og tíðindafólk hjá Verdens Gang, sum eru í økinum, siga, at bardagarnir eru harðnaðir seinastu dagarnar, samstundis sum alt fleiri ukrainar rýma frá húsi og heimi.
Sambært tíðindafólkum hevur russiski herurin fingið fótafesti fleiri staðir í eystara parti í Ukraina. Sagt verður, at russiskar deildir seinasta samdøgrið hava lopið á býin Slavjansk í Donetsk-regónini.
Herdeildirnar hava eisini fingið fótafestið í lítla ukrainska býnum, Lozova, sum er ein miðstøð fyri jarnbreytirnar í Kharkiv-regiónini. Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina og hevur verið fyri óteljandi russiskum álopum í fleiri vikur.
Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, segði á tíðindafundi í kvøld, at hann í morgin skal hitta uttanríkisráðharran og verjumálaráðharran í USA, har teir skulu snakka um vápnaveitingar til Ukraina.
Ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Oleksiy Arestovych, heldur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur glett seg ov tíðliga, tá hann herfyri kunngjørdi, at russiski herurin hevur fult eftirlit við Mariupol.
Oleksiy Arestovyc segði, at tað fara at koma mótálop á russisku deildirnar í býnum, sum er so sundurbumbaður av russisku krígsmaskinuni, síðan Russland leyp á Ukraina fyri júst tveimum mánaðum siðan.
Í kvøld upplýsir guvernørurin, Sergej Gayday á sosiala miðlinum Telegram, at seks sivilfólk eru deyð í dag av russiskum bumbuálopum í býnum, Hirske í Luhansk.
Sambært guvernørinum í Kharkiv-regiónini, Oleh Synehobov, eru tvey sivilfólk deyð og 19 særd í Kharkiv í dag av russiskum bumbuálopum.
Tað eru tíðindastovurnar AFP og BBC, sum bera hesi tíðindi í kvøld.