Putin hartaði embætismenn

Russiski forsetin, Vladimir Putin, var í gjár og vitjaði býin Krymsk, sum varð serliga meint raktur í teirri óvanliga stóru vatnflóðini har suðuri í landinum fyrr í mánaðinum. Putin legði ikki fingrarnar ímillum, men hartaði hvassliga teir embætismenninar, sum eru lagdir undir at hava givið forsetanum skeivar upplýsingar um, hvussu umfatandi vatnflóðin var, og hvussu stórur vandi var fyri einari varnflóð.

Putin segði í einari røðu, at hann hevði ikki fingið nøktandi upplýsingar um vandan fyri vatnflóð, og at umboðsmaðurin hjá stjórnini tí hevði fingið sekkin. Hann nevndi eisini, at ein nevnd er sett at kanna tað, sum hendi, og at hann fór at tosa við nevndarformannin.

Nakrir russiskir tingmenn hava kravt, at guvernørurin, Alexander Tkasjev, skal fara frá. Onnur siga, at sorgarleikurin er ein avleiðing av dugnaloysi í landsins leiðslu.

Í landspartinum Krasnodar doyðu 172 fólk, og umleið 30.000 fólk gjørdust heimleys av vatnflóðini.