Russiski forsætisráðharrin hóttir við at svara georgisku álopunum á loysingarmenninar í Suður-Ossetia Russiski forsetin, Vladimir Putin, fordømdi í dag álopini hjá georgiska stjórnarherinum á mál á Suður-Ossetia, og hann segði, at Russland fer at svara álopunum.
-Tað er harmiligt, at georgisku myndugleikarnir eru farnir undir tílíkan ágang dagin fyri olympisku leikirnar, segði Putin, sum er í Beijing í sambandi við teir olympisku summarleikirnar har.
Russiski forsetin legði afturat, at georgiski ágangurin er so mikið umfatandi, at tað er neyðugt at svara aftur.
Støðan hevur verið spent á markinum millum Georgia og Suður-Ossetia leingi, og í gjár vóru fleiri vápnaðir samanbrestir.
Georgisku myndugleikarnir silja vera við, at russisk stríðsflogfør hjálptu teimum ossetisku uppreistrarmonnunum.










