Stríðið um Ukraina harðnar í hvørjum

Stríðið millum Russland øðrumegin og Nato og USA hinumegin um Ukraina er harðnað í dag, eftir at Russland hevur viðurkent tvey øki í Eysturukraina sum sjálvstøðug.

Talan er um økini ella partar av regiónunum í eystara parti av Ukraina, Donetsk og Luhansk, sum eisini síggjast á kortinum niðri í greinini. Hetta eru øki, har nógv russisk viðhaldsfólk búgva og sum stríðast fyri at gerast leys av Ukraina.

 

Russiski forsetin hevur í dag viðurkent hesi øki sum sjálvstøðug, og hetta stig hevur fingið stóran part av vesturheiminum at fordøma avgerðina hjá forsetanum, sum stríðir ímóti altjóða lóg og fólkarætti.

 

Reyða linjan á kortinum niðan fyri er markið, har ukrainskar herdeildir standa mótvegis býunum,  Donetsk og Luhansk. Økini, sum talan er um, eru litað ljósareyð. Russland stuðlar uppreistrarfólki í býunum, Donetsk og Luhansk.

 

Í kvøld skriva útlendskir miðlar, eitt nú Reuters, AFP, AP og eisini russiskar tíðindakeldur, at Vladimir Putin hevur givið "friðarvarðveitandi" deildum boð um at fara inn í Donetsk og Luhansk í Eysturukraina.

 

Sambært útlendskum miðlum hava økini verið stýrd av loysingarfólki síðan 2014. Í kvøld er sambært altjóða miðlum óvist, um russiskar herdeildin fara inn í økir, sum ukrainar sjálvir hava ræðið á.

 

At Russland í dag hevur viðurkent Donetsk og Luhansk sum sjálvstøðug øki í Ukraina, verður mett at vera ein víðkan og herðan av stríðnum, sum seinastu tíðina hevur verið um Ukraina.

 

Mett verður, at russiska avgerðin um at viðurkenna hesi øki sum sjálvstøðug, er eitt stórt afturstig fyri eina diplomatiska loysn av stríðnum millum Ukraina og Russland.

 

##med2##

 

 

 

Russland hevur í dag viðurkent Donetsk og Luhansk sum sjálvstøðug øki.