Putin góðkendur sum forsætisráðharri

Russiska tjóðartingið góðkendi í dag fyrrverandi forsetan, Vladimir Putin, sum nýggjan forsætisráðharra Tað var Dmitrij Medvedev, sum tók við forsetaembætinum í gjár, ið bað tingið góðkenna Putin sum stjórnarleiðara.

Í sínari setanarrøðu segði Putin, at at hann fer at virka fyri sosialum ábótum, at fáa bilbukt við inflasjónina og at skerja skattin.

-Málið er at gera Russland til eitt búskaparligt stórveldi, segði tann nýggi forsætisráðharrin.

Russisku tíðindastovurnar skriva, at 392 tingmenn atkvøddu fyri at góðkenna Putin sum forsætisráðharra, og at 56 atkvøddu ímóti.