Putin fekk 107 prosent av atkvøðunum

Sambært tølunum hjá russisku valmyndugleikunum hava kekenar eftir øllum at døma gloymt ella fyrigivið Vladimir Putin, sum í 1999 sendi herin til Kekenia at berja uppreisturin har niður við harðari hond.

Í hvussu er siga valmyndugleikarnir, at Putin fekk 99,82 prosent av atkvøðunum í Kekenia á forsetavalinum fyrradagin. Hansara kommunistiski mótstøðumaður fekk 0,04 prosent í Kekenia.

Men okkurt bendir á, at her ruggar ikki rætt. Eitt nú siga tølini, at í valdømi nrummar 451 í Grozny fekk Putin 1.481 atkvøður og kommunistaleiðarin Gennady A. Zyaganov eina. Men trupulleikin er, at tað eru bara 1.389 veljarar skrásettir í valdømi nummar 451, og sostatt fekk Putin 107 prosent av atkvøðunum.

Tað ljóðar, at aðrastaðni í Kekeina vórðu fólk koyrd aftur og fram í bussi, so tey kundu atkvøða fleiri ferðir.