Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at hann er sannførdur um, at Russland fer at sigra í krígnum móti Ukraina.
- Tað er tað eingin ivi um, segði hann í gjár, tá hann var til eina fráfaringarløtu á einum hægri lærustovni í Russlandi.
Hetta skrivar russiska tíðindastovan, Tass.
Tað var russiski forsetin sjálvur, sum gav boð um stórinnrás í Ukraina í februar í fjør.
Eftir blóðugar bardagar í 16 mánaðr, hevur Russland tikið stór økir har eysturi og suðuri í Ukraina.
Enn restar tó nógv í, at Russland hevur rokkið tí máli, sum Vladimir Putin setti sær.
Samanumtikið kann sigast, at russiski herurin hevur nógv minni av ukrainskar jørð undir sær í dag, enn landið hevði eftir teir fyrstu dagarnar í krígnum.
Russar eru riknir aftur úr øllum Kyiv-økinum, og teir eru riknir aftur úr Kharkiv-økinum. Russar hava eisini mist býin, Kherson, aftur til ukrainar.
Men, har eysturi og suðuri í landinum, har hermótini millum stríðandi partarnir eru, eru harðir bardagar, og her hava russar havt góðar stundir at víðgyrt seg við skotgravum, skansum og landminum.
Ukrainsku myndugleikarnir siga, at tað er trupult á hermótinum, men at ukrainski herurin í fleiri økjum tekur seg trygt - men spakuliga - fram.
Málið hjá Ukraina er at reka russisku herdeildirnar úr øllum landinum, og málið er eisini at taka Krim-hálvoynna aftur frá russum, sum russar tóku í 2014.
Tað er norska Dagbladet, sum í morgun endurgevur russisku tíðindastovuna, Tass.