Putin: Ein knívur í ryggin

- Hendan hendingin er ikki í samsvar við vanliga stríðið móti yvirgangi. Okkara hermenn eru í einum djørvum stríði móti yvirgangsmonnum, og seta síni lív í váða. Men tapið í dag er ein knívur í ryggin frá samstarvsfelagum hjá yvirgangsmonnunum.


Russiski forsetin, Vladimir Putin, spardi ikki upp á orðini, tá hann í dag fanst at Turkalandi, sum í morgun skeyt eitt russiskt hernaðarflogfar niður.


Tað er tíðindastovan Russia Today, ið endurgevur forsetan, ið hevur verið á fundi við Abdullah II, kong í Saudiarabia, í morgun, har teir tosaðu um stríðið móti IS í Sýria. 


Putin heldur fast uppá, at flogfarið var í sýriskum loftrúmi, tá tað varð skotið niður, og at tað ikki var nøkur hóttan móti Turkalandi. Hinvegin vil hann vera við, at tað er greitt, at Turkaland stuðlar IS við millum annað sølu av olju.


- IS hevur nógvan pening, hundraðtals milliónir ella kanska enntá milliardir av dollarum frá oljusølu. Harumframt eru teir vardir av herinum hjá eini heilari tjóð. Tá skilur ein væl, at teir eru so djarvir og skammleysir. Hví teir drepa menniskjur á ein so ræðuligan hátt. Hví teir fremja yvirgang um allan heim, harímillum í hjartanum í Evropa, sigur Putin.


Putin dylur heldur ikki fyri, at hendingin í morgun fer at fáa álvarsamar avleiðingar fyri sambandi millum tjóðirnar báðar, og vísir millum annað á, at tað er undranarvert, at turkiska stjórnin ikki vendi sær til Russland beinanvegin, men heldur heitti á NATO um at kalla til kreppufund.


- Vit hava altíð fari við Turkaland sum ikki bara ein granni, men eisini sum ein vinarlig tjóð. Eg veit ikki hvør hevur áhugað í slíkari hending sum í dag, men tað er so heilt vist ikki vit.


Altjóða fjølmiðlar skriva, at eini flogskiparin á russiska flogfarinum varð dripin av einum uppreistrarbólki í morgun, aftaná hann leyp úr flogfarinum við fallskíggja, meðan tað enn er óvist hvat hendi við hinum flogskiparanum.