Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur í samrøðu við russiskt sjónvarp, at tað slepst ikki undan politiskum broytingum í Sýrialandi. Samstundis vísir hann aftur atfinningunum úr Vesturheiminum um, at Russland verjir stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta.
-Tað er okkum púra greitt, at tað er neyðugt við broytingum. Men tað merkir ikki, at broytingarnar endiliga skulu vera blóðugar, sigur Putin við sjónvarpið Russia Today.
-Tað er okkara uppfatan, at tað týdningarmesta nú er at steðga harðskapinum og at noyða allar partar í kreppuni, bæði stjórnina og teir sokallaðu uppreistrarmenninar, at seta seg við samráðingarborðið at avgera landsins framtíð, sigur russiski forsetin.
Russland, sum er tað landið, ið letur Sýrialandi mest vápn, hevur tríggjar ferðir brúkt sýtingarrættin í ST-trygdarráðnum ímóti samtyktum um Sýrialand.