Russland hevur so nógva olju, at landið kann nøkta ein triðing av nýtsluni í øllum Evropa, og russar eru eisini sinnaðir at lata evropearunum oljuna.
-Vit økja framleiðsluna alla tíðina og hjálpa sostatt heimsbúskapinum. Uttan ta russisku oljuna hevði prísurin verið munandi hægri, enn har er, segði Vladimir Putin, forseti, á tíðindafundi í London fyrradagin. Hann legði afturat, at tann russiska oljan kann tryggja evropearunum meiri støðugan oljuprís, men at russar mugu fáa okkurt afturfyri.
Á fundionum kom fram, at Russland er sinnað at taka ímóti teimum russarunum, sum hava sníkt seg ólógliga inn í ES. Afturfyri hevur ES lovað at gera tað lættari hjá russum at ferðast til ellivu ávís ES-lond. Talan er serliga um russisk lesandi, diplomatar og vinnulívsfólk.