Putin biður um umbering fyri flogvanlukku í russiskum loftrúmi

Í telefonsamrøðu við forsetan í Aserbadjan kallar Putin flogvanlukkuna fyri eina "syrgiliga hending".

Russiski forsetin, Vladimir Putin, biður um umbering fyri, at flogvanlukkan hjá Azerbadjan Airlines hendi í russiskum loftrúmi.

Tað upplýsir statsrussiska tíðindastovan Tass.

Sambært miðlinum skuldi umberingin hava verið í telefonsamrøðu millum Putin og aserbadjanska forsetan, Ilham Aliyev, sum russiski forsetin hevði tikið stig til.

Putin kallaði eisini flogvanlukkuna fyri eina ”syrgiliga hending”, sambært Reuters.

Í einum tíðindaskrivi í dag legði stjórnin í Kreml dent á, at flogfarið hevði roynt at lent í býnum Grozny í eini tíð, tá býurin var undir ukrainskum dronuálopum.

- Russisku loftverjuskipanirnar svaraðu hesum álopum aftur, sigur Kreml í eini fráboðan.

Fleiri fjølmiðlar hava seinastu dagarnar skrivað, at tað var russiskur loftverjurakettir, sum rakti flogfarið.

Fríggjadagin kom USA eisini við í málið.

Her upplýsti talsmaðurin í Hvítu Húsunum, John Kirby, sambært AFP, at Washington hevur "ábendingar" um, at Russland kann hava havt ábyrgdina av flogvanlukkuni.

Talsmaðurin fór ikki nærri inn á, hvat illgrunin byggir á.

Í kjalarvørrinum av flogvanlukkuni hava fleiri flogfeløg avlýst flúgvingina til Russlands.

Hetta veit AFP at siga.

 

/Ritzau/