Russiska løgreglan tók í dag fleiri fólk, sum vóru komin saman í Moskva og Sankta Pætursborg at vísa sína misnøgd við úrslitið av forsetavalinum í gjár, sum Vladimir Putin, forsætisráðharri, vann við stórum meiriluta.
Løgreglan í Moskva sigur, at umleið 50 fólk vórðu tikin í høvuðsstaðnum, og at andstøðuleiðarin Eduard Limonov er ein teirra. Flokku hansara sigur, at næstan 100 av hansara limum vórðu tiknir.
Ein annar andstøðuleiðari, Vladimir Rysjkov, sigur í einum tíðindaskrivi, at tað er alneyðugt at kanna valsvikið í gjár, sum sambært andstøðuni var umfatandi. Hann leggur afturat, at andstøðan fer at halda fram við sínum mótmælum, til svikið verður kannað.









