Putin aktar ikki ST-dómstólin

- Tey eru mong, sum nú vísa sítt sanna "eg", og í Russlandi verða slík kalla landasvíkjarar, siga tey í Kreml.

Vladimir Putin fer ikki at fylgja kravinum hjá ST-dómstólinum um afturtøku úr Ukraina.

Tað er ikki fallið í góða jørð í Kreml, at amerikanski forsetin, Joe Biden, í gjár kallaði russiska forsetan, Vladimir Putin, ein krígsbrotsmann.

 

Í russiski stjórnini verður landsins forseti - sambært russiskum miðlum, væl at merkja - lýstur sum ein "ógvuliga gløgg og kulturell altjóða ímynd".

 

- So, úttalilsini hjá amerikanska forsetanum um, at hann er ein krígsbrotsmaður eru ófyrigevilig, verður sagt í Kreml í dag.

 

Kreml heldur eisini, at tey eru mong, sum nú vísa sítt sanna "eg", og í Russlandi verða slík kalla landasvíkjarar, verður lagt aftrat.

 

Í dag hevur Vladimir Putin eisini avvíst ST-kravinum um at steðga innrásini í Ukraina. 

 

Tað var nevniliga í gjár, at ovasti dómstólur í ST (ICJ) samtykti - við 13 atkvøðum fyri og tveimum ímóti - at Russland skal taka seg aftur í Ukraina.

 

Tað vóru bert dómararnir úr Russlandi og Kina, sum atkvøddu ímóti.

 

Men, í dag avvísti Kreml so eisini, at Russland fer at fylgja kravinum hjá ST-dómstólinum um afturtøku.

 

 

 

 

 

Vladimir Putin fer ikki at fylgja kravinum hjá ST-dómstólinum um afturtøku úr Ukraina.