Russland hevur í løtuni 617.000 fólk úr herinum, sum eru á vígvøllum í Ukraina.
Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, á árliga tíðindafundinum við fleiri altjóða miðlar – teirra millum tíðindastovurnar Reuters og AFP.
Útsøgnin er ikki váttað av óheftum.
– Hermóti er yvir 2.000 kilometrar langt. Tað eru 617.000 fólk í stríðsøkjum, sigur hann á tíðindafundinum sambært AFP.
Putin sigur einki um fallin russisk herfólk.
Russiski forsetin hevur ávegis undir tíðindafundinum víst til fleiri tøl fyri herfólk og deildir. Tað er sjáldan, at forsetin á tann hátt fer í smálutir við krígnum.
Meðan tey 617.000 fólkini tykjast verða eitt samlað tal, sipar hann eisini til partívsa mobilisering í fjør, tá 300.000 vórðu kallað inn til herin.
Av teimum fólkunum eru 244.000 hermenn í teirri »serligu hernaðaroperatiónssonuni«, skrivar tíðindastovan AP.
Putin sigur, at tað ikki er tørvur á meiri mobilisering av russarum.
– Streymurin av monnum, sum eru til reiðar at verja heimland okkara, verður ikki minni, sigur hann sambært Reuters.
– Tað er eingin tørvur á fleiri herfólkum í løtuni.
Putin sigur sambært AP, at tað hvønn dag koma 1500 mans til russiska herin. Til í gjárkvøldið høvdu 486.000 hermenn skriva undir sáttmála við russiska herin, sigur hann.
Tíðindafundurin verður hildin sum ein sjónvarpssending, sum eitur »Beinleiðis Linja«, har forsetin svarar upp á útvaldar spurningar og rundar árið.
Hetta er fyrstu ferð síðan russisku innrásina í Ukraina í februar í 2022. Vanliga er hetta eitt árligt tiltak. Men í fjør var tað avlýst.
Ein amerikonsk fregnartænastufrágreiðing vísti fyri korstum á, at umleið 315.000 russiskir hermenn eru falnir ella særdir í krígnum í Ukraina, síðani kríggið brast á í februar í 2022.
/ritzau/