Á hvørjum ári verður ársins mál valt. Heiðurin hevur fingið heitið ”Puskás award”. Nú eru tíggju mál í uppskotið til árins mál.
Millum málskjúttarnar eru spælarar sum Lionel Messi, Zlatan Ibrahimovic, Andros Townsend og Fabio Quagliarella. Samanlagt eru sjey menn og tríggjar kvinnur í uppskotið til at hava skotið ársins mál. Kvinnurnar eru Ajara Nchout, Amy Rodriguez og Billie Simpson.
Tað er almenningurin, ið atkvøður fyri hvørji skulu koma í topp trý. Síðani verður ein nevnd sett av FIFA, sum skal velja besta málið í 2019. Almenna atkvøðugreiðslan endar 1. september.
Her er listin við teimum tíggju málinum, sum eru í uppskotið til ársins Puskas mál 2019:
1: Matheus Cunha (Brasil) – Bayer Leverkusen v RB Leipzig [Bundesliga] (6. April 2019)
2: Zlatan Ibrahimović (Svøríki) – Toronto FC v LA Galaxy [MLS] (15. September 2018)
3: Lionel Messi (Argentina) – Real Betis v FC Barcelona [La Liga] (17. Mars 2019)
4: Ajara Nchout (Kamerun) – Cameroon v New Zealand [FIFA Women’s World Cup] (20. Juni 2019)
5: Fabio Quagliarella (Italia) – Sampdoria v Napoli [Serie A] (2. September 2018)
6: Juan Fernando Quintero (Kolumbia) – River Plate v Racing Club [Argentinian Superliga] (10. Feburar 2019)
7: Amy Rodriguez (USA) – Utah Royals v Sky Blue FC [NWSL] (16. Juni 2019)
8: Billie Simpson (Norðurírland) – Sion Swifts Ladies FC v Cliftonville Ladies FC [Women’s NIFL Premiership] (9. August 2018)
9: Andros Townsend (Ongland) – Manchester City v Crystal Palace [Premier League] (22. Desember 2018)
10: Dániel Zsóri (Rumenia) – Debrecen FC v Ferencváros TC [Nemzeti Bajnoskag I] (16 Feburar 2019)