Guðrið Hojgaard, sum er ættað úr Rituvík, hevur starvast innan ferðavinnuna í Stokkholm í nógv ár. Fyrst á danska ferðaráðnum og nú sum marknaðarstjóri fyri ferðavinnuna í Stokkholm.
Hetta merkir, at hon ferðast nógv, og oftani er hon sjálv við á ferðunum.
- Eg fekk hugskotið til at taka Purkil við frá filminum "Amelie frá Monmartre". Har sendi ein urtagarðsnissa postkort úr øllum heiminum, greiður Guðrið frá.
Hon fekk lítla vinin hjá Palla Pum í jólagávu frá einum vini, og so byrjaði ferðin hjá teimum báðum.
Guðrið veit ikki rættiliga, hvussu nógvar ferðir tey bæði hava verið á, men myndirnar ovanfyri vísa bara nakrar av teimum.
Ì Russlandi mundi Guðrið mist Purkil, eftirsum hermaðurin á Reyða Torginum bleiv í øðini, tá hon tók eina mynd av honum og Purkili saman.
Næstu viku fer Guðrið til Berlin, og ætlar hon tá at taka Purkil við og avmynda hann frammanfyri síðstu restunum av Berlinmúrinum.
- Nú fyri tíðina verður hann mest brúktur sum leika hjá dóttrini, men hann er mær kærur, so mær dámar onki serligt, tá hon spælur við hann, sigur hon.









