Puristiskar metodur

Eitt ólýðið og loyniligt málráð

Dan Reinert Petersen
-----
Vit vóru mong, ið fegnaðust, tá mentamálaráðharrin setti nýtt málráð við 11 limum. Hetta var eitt stórt ráð, sum skuldi umboða flest møgu­ligar málfatanir. Feløg og stovnar innstillaðu, og landsstýrið settið ráðið. Sjáldsama lítið hoyrdist frá ráðnum og tá spurt varð um arbeiðið, fingu vit at vita, at formaðurin (Z)akaris Svabo Samuelsen hevði álagt ráðnum tagnarskyldu. Seinni hevur víst seg, at ráðið ikki er umfatað av nakrari lóg ella reglu um tøgn. Hví kravdi formaðurin tagnarskyldu av ráðnum? Hvat toldi ikki dagsins ljós? Limirnir um­boða ikki seg sjálvar, men tey respektivu feløg og stovnar, sum hava innstillað teir. Tað er bara lusk, sum ikki tolir dag­sins ljós.
Við almennum innliti og tí sum seinni er komið fram frá fyrsta fundi í Málráðnum, hoyra vit, at Bjørn Kallsø bað tey virka fyri, at føroyingurin kendi seg aftur í málinum. Tað skuldi verið sjálvsagt, at vit kenna okkum aftur í móðurmálinum, men tíverri verður tað fremmandagjørt av nøkrum fáum stavarum og bendarum, sum hava tik­ið sær definitiónsrættin til før­oyskt. Tí vóru hesi boð al­neyðug. Men ivasamt er um Málráðið aktar, tí hann bað tey eisini virka fyri, at tað latínska abc-ið kundi løg­gildast. Hesi boð lurt­aði meirlutin ikki eftir og barsl­aði við einum ampu­ter­aðum alfabeti, sum bara kann brúkast til nationalt pynt.

Atlas
Í hesum døgum leggur NÁM sein­astu hond á eitt vís­indaligt verk, eitt verð­in­satlas. Tað undarliga við hesum arbeiði er, at eingi við­komandi fak­fólk sita í redaktiónini. Tað nærm­asta, fakfólk eru komin út­gáv­uni, er, at einir 12-14 stu­denta­skúlalærarar hava mótmælt konseptinum, atlasið verður gjørt eftir. Men hvat leggja bendarar og stavarar í slíkt? Hvat skal NÁM við fak­fólki, tá tað hevur Birgir Kruse? Hesin ritstjórin hev­ur í sínum órannsakiliga vís­dómi granskað seg fram til, at summi sernøvn hava størri tign enn onnur og tí skulu stavast við ávísum bók­stavum, meðan onnur ser­nøvn hava minni tign og tí kunnu stavast við øðrum stavum. Av sonnum nýbrot í málfrøðini.
Ráðstevna
Í august 2011 var ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum undir heitinum “Mindst 4 sprog til alle” við fyrilestrahaldarum úr øllum Norðurlondum. Rolf Guttesen var ein av røð­arunum. Hann umrøddi júst hesa fremmandagerð serliga í lærubókum í matematik, biologi og geografi. Hann vísti á tað kuriosum, at stats­nøvn ikki máttu stavast við bókstavunum C,W,Q,Z og X, meðan onnur staðanøvn kundu stavast við øllum bókstavum. Hetta undirbygdi hann við powerpoint við kort­um og teksti við og uttan forbodnar bókstavir.

Birgir Kruse sum ketta upp úr høvdatrog
Tá Rolf var liðugur, reisti ein maður seg, presenteraði seg sum Birgir Kruse frá NÁM, tí almenna bókaforlagnum, dró eitt pappír upp úr lumm­anum og byrjaði at lesa ein enskan tekst, har hann í hes­um akademiska forum niður­gjørdi Rolf Guttesen og hansara fakliga førleika. M.a segði hann í føroyskar týðing: “Í framløguni stað­festir Hr. Guttesen, at teir 5 bókstavirnir C,W,Q,Z og X eru útihýstir úr hesi bók”. Hann hugleiðir eitt sindur um skúlaatlasið frá 93 og heldur so fram: “Men í in­deks­inum finnur man 62 geografisk fyribrigdir undir bókstavinum C, og tú kanst halda fram undir hvørjum av teim 5 bókstavunum, sum Hr. Guttesen segði vóru tabu í føroyskum læribókum”. Birgir heldur so fram: “Fyriskiparar, Akademisk komité og Hr. Sessiónsformaður, eg biði tykkum um at fordøma fram­løguna hjá Hr. Guttesen sum verandi ikki-vísindaliga og ikki byggir á fakta, men á leysasøgur og reinar lygnir, tiknar uppaftur ár eftir ár og nú lagdar fram á hesum staði”. Síðan filosoferar hes­in ritstjóri um, at ein lygn verður ikki sannleiki, hvussu ofta hon verður upp­afturtikin. ”Hr. Formaður, her er bókin við indeksinum, sum prógvar, at eingin bók­stavur er lagdur burtur ímill­um í hesi publikatión, og sum prógvar, at Hr. Guttesen sigur ósatt í sínum alt annað enn vís­indaliga arbeiði um fremm­andagjørd mál mill­um okkum, sum liva her í Før­oyum...”.
Rolf Guttesen verður lagd­ur undir at lúgva og vera óvísindaligur, men tann ein­asti, sum lýgur, er Birgir Kruse. Hann skapar nøkur følsk úttalilsir, leggur tey í munnin á Rolfi og anngrípur so hesi fiktivu úttalilsir. Av sonn­um ein niðurgerð av einum kompetentum fak­manni. Og hví ger hann tað? Ger hann tað egna vegna, ella er hann sendur av ar­beiðs­gevara sínum, sum er NÁM? Álvaratos, hvønn áhuga hava Birgir Kruse ella NÁM í at miskreditera ein fak­mann sum Rolf Guttesen millum kollegar. Eg meini so við, Rolf er fyrrverandi uni­versitetslektari, nú eftir­løntur, tað eru ikki so nógvir før­oy­ingar, sum hava rokkið so høgt upp á undir­vís­ingar­stigan; kanska kunnu teir teljast á einari hond.

Rolf reinsaður
Rolf Guttesen er fulkomiliga reinsaður av Den Akadem­iske Komite, sum m.a. sigur “Foredraget med eksempler vist i powerpoint var nuan­ceret og foreholdt sig sag­ligt kritisk til emnet. Kri­tikken derimod (tann hjá Birg­iri) forudsætter en skæv­vridning af fore­draget, som blev imøde­gået både i selve oplægget og svar på tiltale fra Gutte­sen. Rolf Gutte­sens foredrag ligger på hjem­me­siden og forbliver der som er accept af samme fore­drag”. Undirgravingin hjá Birg­iri rakti hann sum ein bumme­rang (afturvendandi træpetti á fø). Spurningurin er so, um vit eftir hetta kunnu hava álit á tí undirvísingartilfari, hesin ritstjórin leggur navn til.

Fótonglar
Fyri hvørt útlendskt sernavn, fólkanavn ella geografiskt navn, NÁM “føroyskar”, so tað ikki kann googlast, legg­ur forlagið fótonglar fyri ungdómin. Prøvið og googlið KILI og tit fáa Kilimanjaro, sum er hægsta fjall í Afrika og ikki ein statur í Suður­amerika, ella tit verða víst til Lords of the Rings(!) Googlið so Kolumbus, og tit fáa eina bussrutu í Rogalandi ella eina dýnufabrikk í Týskland.

PISA
Fyri triðju ferð eru okkara skúlanæmingar eyðmýktir í PISA. Nýggjársaftan trein ein kvinna fram á sjón­varps­skermin og segði, at PISA-kanningin vísti, at okk­ara børn vóru rímiliga góðir lesarar, men tað knípti alvorliga við at skilja tað lisna. T.v.s., tey skiltu ikki tekst­in í uppgávunum. Kvinn­an mælti til at geva børnum 5 ókeypis bøkur um árið. Hetta svarar til, at ein persónur er blivin sjúkur av ávísum medisini, og læknin ordinerar 5 fløskur av hesum sama vána medisini í vón um, at patienturin verður immunur fyri tí, í staðin fyri at geva honum okkurt annað og betri slag.