Púrasta sørt við kalva

Bert ein kalvi var fingin tær fýra vikurnar, sum yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á landgrunninum

Havstovan skrivar á heimasíðu sínari, at úrslitini frá yvirlitstrolingunum á landgrunninum nú eru tøk.

 

Íalt 54 fiskasløg vórðu fingin á teimum 200 trolstøðunum, men bert tann eini kalvin. Síðani 2003 hevur verið sera lítið til av kalva, og tilgongdin tykist vera lítil og eingin.

 

Hinvegin vísir Havstovan á, at stovnurin av longu hevur verið í vøkstri í fleiri ár. Stovnarnir av upsa, toski og hýsu eru hinvegin framvegis á lágum støði, men felags er tó, at ein bati tykist at hóma.

 

Frágreiðingin hjá Havstovuni kann lesast HER