Púra óvanligt: 13 Mikines-málningar settir til sølu

Virðið á málningunum er omanfyri eina millión krónur

Hesin oljumálningurin er 59x88 sentimetrar til støddar og er frá 1954. Hann er mettur at vera verdur millum 50.000 og 65.000 krónur

Danska uppboðssøluhúsið Bruun Ramussen hevur í dag sett 12 málningar hjá Sámal Joensen-Mikines til sølu. Frammanundan stóð ein annar málningur eisini til sølu, so nú eru samanlagt 13 málningar tøkir at keypa á uppboðssølu.

 

Tað er púra óvanligt, at so nógvir Mikines-málningar verða settir til sølu í einum.

 

Bruun Ramussen hevur gjørt metingar av teimum ymisku verkunum, og metingin fer upp um eina millión krónur.

 

Verkini hava ymisk motiv og eru málað í ymiskum tíðarskeiðum. Fleri av málningunum hava verið brúktir í framsýningum, bókum og í umrøðu av virkinum hjá Mikines.

 

Í fjør fekk Listasavn Føroya 17 málningar eftir Mikines sum gávu frá savnara í Danmark. Tað var Birte Schultz-Lorentzen, sum var gift við føroyska Jóannesi Torkil Mortensen, ið lat Listasavninum gávuna. Tey høvdu savnað list alt lívið.

 

Nú skal so eitt annað savn av Mikines seljast á uppboðssølu. Tann eini málningurin verður seldur 27. februar, og hinir 12, sum júst eru settir til sølu, verða seldir 5. mars.

 

##med2##

 

Hesin oljumálningurin er 59x88 sentimetrar til støddar og er frá 1954. Hann er mettur at vera verdur millum 50.000 og 65.000 krónur

Hesin oljumálningurin er 68x50 sentimetrar til støddar og er frá 1938. Hann skal vera verdur 75.000 til 100.000 krónur