Púra javnt eftir fyrsta settið

Við seinasta skotinum i dystinum javnaði Neistin í fyrru hálvfinaluni móti H71

Neistin-H71 22-22 (10-11)

Tað gekk akkurát hjá Neistanum at toga javnleikin heim, tá teir spældu móti H71 í dag.

 

Allan dystin á tamb var tað H71, sum sýndi betra spælið, og teir hildu seg støðugt eitt og tvey mál frammanfyri. Tað vóru løtur, har hoyvíkingarnir veruliga hóttu við at leypa avstað, men í Mikkjali Hansen hevði Neistin besta spælaran á vøllinum. Ikki bara helt hann sínum liði inni í dystinum við frálíkum bjargingum, men við góðum útkøstum syrgdi hann eisini fyri, at bláu málini vórðu nóg nógv í tali.

 

Fleiri myndir síggjast HER

 

Sostatt er alt framvegis púrasta og fullkomuliga opið, áðrenn seinna hálvfinalan verður spæld í Hoyvíki mikukvøldið.

 

---

 

30 min: Neistin-H71 10-11

 

H71 er á odda við einum máli, nú teir spæla hálvfinalu móti Neistanum.

 

Talan hevur verið um ein sera javnan fyrra hálvleik, men fyri tað mesta hava hoyvíkingarnir hildið seg frammanfyri. Hetta samsvarar eisini við leikgongdina, tí skipaða spælið hevur verið betri hjá gestunum. Hinvegin hevur Neistin ein stórspælandi Mikkjal Hansen í málinum, og hann hevur væl og virðiliga gjørt sítt til, at spenningurin í dystinum framvegis er stórur.