- Tað er tað sum so ikki, men eg skilji, at tað kann líkjast eini roynd. Men vit hava ta hugsan, at tað einasta rætta er at leggja saman. Tað er púra burturvið at hava tvey feløg í Havnini.
Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, tá hann verður spurdur um nýggja navnabroytingin er ein liður í eini tilgongd at leggja arbeiðarafeløgini í høvuðsstaðnum saman.
Hans Joensen upplýsir, at samráðingarnar um samanlegging hava verið millum Havnar Arbeiðarafelag, tá Havnar Arbeiðsmannafelag, og Havnar Arbeiðskvinnufelag, men at tær ikki bóru á mál.
- Har eru nakrir stórir kamelar, ið mugu svølgjast, men vit samstarva væl og fyrr ella seinni man tað fara at bera á mál. Um neyðugt er at svølgja kamelunum, so mugu vit finna út av tí, sigur formaðurin at enda.










