Tað var eingin slingur í valsinum, tá ið 07 Vestur í dag spældi fyri síðstu ferð í hesum umfarinum í næstbestu deildini á heimavøllinum á Dungasandi.
Teir næstbestu í HB vitjaðu í Sørvági, og teir fóru krøktir til hús aftur. 07 Vestur vann 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Einsamalla málið í fyrra hálvleiki skoraði Holgar Durhuus longu í øðrum minutti.
Í seinna hálvleiki skoraði danski álopsspælarin Søren Nielsen tvey mál. Tað fyrra smáar tíggju minuttir eftir steðgin og tað seinna tjúgu minuttir undan leikloki. Søren Nielsen er toppskjútti hjá 07 Vestur við 24 málum.
Næsta leygardag verður síðsta umfar. Tá skal 07 Vestur spæla á útivølli ímóti B71, meðan HB eigur heimavøll ímóti AB.