Fríggjakvøldið 3. mai fara tveir kendir jødar frá hvør sínum ættarliði at viðgera hesar og aðrar spurningar á Hotel Føroyum.
Tá Herbert Pundik var 16 ára gamal, mátti hann flýggja undan týskum nazistum í Danmark. Hann stríddist á hermótinum, tá ið ísraelski staturin varð stovnaður í 1948. Og hann misti sín son, Uri, á hermótinum í Yom Kippur-krígnum í 1973.
Fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Politiken hevur livað eitt hendingarríkt lív. Hann hevur verið journalistur, altjóða korrespondentur kring allan heim, blaðstjóri og spiónur fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad – stundum samstundis. Hvat hevur 85 ára gamli maðurin lært av sínum dramatiska lívi? Hví finst hann so hvassliga at førda politikkinum hjá Ísrael? Og er hann dapurskygdur ella bjartskygdur, tá hann skoðar inn í 21. øld?
Martin Krasnik umboðar eitt annað jødiskt ættarlið. Hvassi korrespondenturin fyri Weekendavísina og umstríddi sjónvarpsverturin á DR og TV2 telist millum fremstu uttanríkispolitisku viðmerkjarar í ríkinum. Hví heldur hann, at eitt álop á Iran kann gerast neyðugt? Hví hevur hann umskorið sín son, hóast hann kallar seg gudloysing? Hví er hann vónbrotin av Obama? Og hví elskar hann Jerusalem?
Herbert Pundik og Martin Krasnik eru ósamdir um nógv. Og ættarliðsgjógvin setur síni spor, tá teir hugleiða um heimspolitikk og persónlig viðurskifti. Fríggjakvøldið 3. mai kl. 20 hittast teir á almennum tiltaki á Hotel Føroyum, sum tekur útgangsstøði í nýggju samtalubókini “Pundik & Krasnik og resten af verden”. Heini í Skorini skipar fyri tiltakinum, og høvið verður eisini at seta spurningar.










