Pumpurnar riggaðu ikki

Útróðrarbáturin Svartbakur sakk við bryggjuna í Norðdepli, tí Klaksvíkar Sløkkilið møtti við pumpum, sum vóru í ólagi. Sløkkiliðsleiðarin viðurkennir, at talan er um álvarsliga hending

 

Tað nyttaði lítið hjá Klaksvíkar Sløkkilið, at rópa allar menn til pumpurnar, tá hol kom á útróðrarbátin Svartabak fríggjakvøldið.

Svartbakur var á veg til útróðrar, tá báturin rendi á land við Sundaberg. Hol kom á bógvin, og teir báðir menninir, sum vóru umborð, settu kós aftur á Hvannasund, haðani teir vóru komnir.

Teir kláraðu at halda lens, meðan teir sigldu, men holið í bátinum var so mikið stórt, at vandi var fyri, at hann skuldi fara til botns. Tí varð sløkkiliðið í Klaksvík boðsent at koma á staðið við pumpum.


Riggaðu ikki

Bilar hjá Klaksvíkar Sløkkiliði fóru úr Klaksvík við blinkandi ljósum og ýlandi sirenum og stóðu klárir at taka ímóti bátinum, tá hann kom til bryggju í Norðdepli.

Men tá var tað, at trupulleikin gjørdist eyðsýntur.

Tá tær tríggjar pumpurnar skuldu setast í gongd, riggaðu tær ikki. Ein pumpa fekst í gongd, men hon fekst heldur ikki rættiliga at rigga.

Tað eydnaðist at sleipa Svartbak, sum lá tungur í sjónum, yvir í fjørina og harvið forða fyri, at hann rættiliga fór undir.

Motorur og elektrisk útgerð hava tó verið undir í sjógvi, og sjógvur hevur eisini verið í lugarinum. Líkt er til, at nautiska útgerðin er sloppin.

Men skaðin er størri, enn hann hevði verið, um pumpurnar hjá sløkkiliðnum í Klaksvík riggaðu, tá báturin kom til lands.


Hetta er álvarsamt

Kári Kjelnes, leiðari fyri Klaksvíkar Sløkkiliði, váttar, at trupulleikar vóru við pumpunum, sum sløkkiliðið hevði við sær til Norðdepils fríggjakvøldið.

- Sløkkiliðið hevði tríggjar smáar pumpur við sær, sum vit vanliga nýta umborð á smáum bátum. Men tvær av pumpunum fingust ikki í gongd, sigur Kári Kjelnes.

Leiðarin fyri sløkkiliðið í Klaksvík ásannar, at tað tað er álvarsamt, at útgerðin hjá sløkkiliðnum ikki virkar. Men hann vísir samstundis á, at sløkkiliðið hevur bílagt nýggjar pumpur. Nýggju pumpurnar verða sløkkiliðnum í hendi tíðliga í januar.

Orsøkina til, at pumpurnar ikki virkaðu sigur Kári Kjelnes vera einfalda. Tær eru gamlar og útslitnar.


Fer ikki at endurtaka seg

Hann heldur tó, at hetta merkir kortini ikki, at sløkkiliðið ikki hevði verið ført fyri at hildið til dømis Dúgvuni lens, um hon fór at leka í Klaksvík.

- Vit hava tríggjar stórar pumpur, sum vit kunnu seta umborð á skip, og harafturat hava vit eina stóra pumpu á Mercedes bilinum hjá okkum, so tað hevði ikki verið nakar trupulleiki hjá okkum at pumpa sjógv úr einum størri skipi, sigur Kári Kjelnes.

Stóru pumpurnar eru kortini ikki serliga væl egnaðar til at pumpa sjógv úr smáum bátum. Tær eru tungar og taka nógv pláss. Men skuldi eitt líknandi óhapp hent aftur, áðrenn sløkkiliðið fær nýggju pumpurnar, ber altíð til at leggja slangu frá stóru pumpuni á Mercedes brandbilinum.


Keddur um óhappið

Tað er Torleif Sigurðsson í Klaksvík, sum eigur Svartbak. Hann hevur ikki hug at gera viðmerkingar til hendingina, men hann er keddur um óhappið.

- Báturin er tikið upp á bedingini í Klaksvík, og har kemur hann at standa, til neyðugu umvælingarnar eru gjørdar, sigur Torleif Sigurðsson, sum fekk boðini um óhappið, júst sum samráðingarnar um nýggja býráðssamgongu í Klaksvík komu á mál fríggjakvøldið.

Tjaldrið sleipaði leygarmorgunin Svartbak til Klaksvíkar, har hann nú stendur á beding.