Í Føroyum er nógv byggivirksemi í løtuni, og entreprenørvinnan hevur úr at gera kring landið.
Veksandi eftirspurningurin til veitararnar av entrprenør-og byggivinnuni hevur ført til, at eitt nú J+H BETONG í Leirvík hevur valt at effektiviserað virksemið
Teir, sum eiga J+H BETONG, eru Anbjørn Hansen, Eiler Jacobsen og Hoyrikur Joensen, sum nýliga hevur keypt seg inn í fyritøkuna og er vorðin stjóri í J+H BETONG.
Fyritøkan er veitari av betongi til øll endamál, og sjálvari blandingini stendur royndi gøtumaðurin, Jákup Pálsson, fyri. Men, tað eru eisini aðrir enn meistarin sjálvur
- Vit eru tíbetur so væl stillaðir nú, at vit eru tríggir, sum dagliga starvast í fyritøkuni, ið kunnu blanda. Álitið er Jákup, men tað er umráðandi, at virksemið ikki steðgar upp, tá fólk hevur frí, sigur Hoyrikur Joensen.
J+H BETONG hevur havt ein betongbil, og nú hevur fyritøkan útvegað sær eina betongpumpu á vogni aftrat, soleiðis at teir nú kunnu pumpa við tveimum bilum í senn, um tað skal vera.