Pumpa í brunnin

Leirvík: Eisini í Leirvík hevur turkurin gjørt vart við seg í summar. Har manglar vatn.

Lerivíkingar siga, at tað hevur at kalla ikki regnað síðan einaferð í mai. Sunnudagin kom eitt einstakt æl, men tað gjørdi hvørki til ella frá.

Seinnu tíðina hevur verið at kalla turt í vatnbrunninum. Neyðugt hevur verið at pumpað vatn haðani, tað nú einaferð er at finna.

Pumpað hevur verið við einum bensinmotori eini 14 tons um dagin. Men eisini har, teir hava fingið hetta vatnið, er turkurin farin at merkjast. Nú siga teir, at nøgdin er komin niður á átta tons dagliga, sum pumpað verða.

Leirvíksfólk meta tað mestsum vera eitt undur, at tað yvirhøvur renna átta tons av vatni nakrastaðni, nú skerpingurin hevur verið so drúgvur.

Men tað er ikki ókeypis soleiðis at pumpa við bensinmotori. Roknað verður við, at pumpað verður fyri einar túsund krónur um dagin, siga tey í Leirvík.