Reinsaríið skal vera fyri bæði stjørnur og spennandi spírar, og fremsta uppgávan hjá samskiparanum er at tryggja dygd og at geva fólki mót at gera tað, sum tey droyma um. Tað sigur Bogi Andreasen, samskipari í Reinsarínum, í stórari samrøðu í eykablaðnum Mentan í Vikuskiftissosialinum.
Bogi Andreasen varð settur í starv sum samskipari fyri Reinsaríið og Perluna í september í 2014. Stórur áhugi var fyri starvinum, 27 fólk søktu, og tá ið býráðspolitikarin fekk starvið, var onkur sum mótmælti. Sagt varð, at Bogi hevði ikki nóg góða útbúgving, og lagt varð upp til, at hann kanska hevði fingið starvið, tí hann var so tætt at politisku skipanini.
– Tað var sjálvandi rotið at fáa slíkar viðmerkingar, tí hetta var eitt dreymastarv. Men eg haldi, at kritikkurin legði seg skjótt. Setanarmannagongdin var jú óheft, og um arbeiðsroyndir telja við, so havi eg í grundini rættiliga góðar førleikar til starvið.
Tá Bogi Andreasen í síni tíð var leiðari á Margarinfrabrikkini, skipaði hann fyri teimum fyrstu konsertunum í Reinsarínum.
– Bygningurin var ráur og kaldur, og vit høvdu upphitarar í hølunum fleiri dagar frammanundan. Partar av húsinum vóru eisini so illa farnir, at mann kundi ikki standa allastaðni, tí tað dryssaði úr loftinum, greiðir Bogi Andreasen frá í eykablaðnum Mentan, sum er í Vikuskiftissosialinum hetta vikuskiftið.
Hann greiðir eisini frá, hvørjar visjónir hann hevur fyri Reinsaríið og tilhoyrandi bygningar, og hvussu hann ætlar at skapa synergieffektir millum ymisk listasløg. Harumframt kundi hann hugsað sær, at útlendskir tónleikarar eisini hava konsertir í Reinsarínum.
– Hetta má ikki vera ein dunnuhylur. Vit menna okkum altíð í opinleika við onnur, og tí hava útlendskar vitjanir týdning. Tær flyta okkum.
Lesið stóru samrøðuna í eykablaðnum Mentan í Vikuskiftissosialinum.
Sosialurin kann eisini keypast á netinum VIÐ AT TRÝSTA HER