Puigdemont hevur givið skarvin yvir

Barcelona: Dreymurin hjá Carles Puigdemont um at gerast leiðarin í einum sjálvstøðugum Katalonia er brostin

Barcelona: Dreymurin hjá Carles Puigdemont um at gerast leiðarin í einum sjálvstøðugum Katalonia er brostin.

 

Tað viðgongur fyrrverandi leiðarin í spanska landspartinum úr útlegd síni í Belgia.

 

– Eg vil ikki longur vera valevni til forsetaebæti í landspartinum, sigur Puigdemont í einum sjónvarpsbroti á sosialu miðlunum.

 

Boðini koma fáar tímar eftir at katalanska tjóðartingið hevur stuðlað Carles Puigdemont undir eini atkvøðugreiðslu.

 

Í sama sambandi vátta limirnir í tjóðartinginum, at fólkaatkvøðan um sjálvsstýri 1. oktober er galdandi.

 

Spanski grundlógardómstólurin hevur tó gjørt greitt, at atkvøðugreiðslan var ólóglig.

 

Carles Puigdemont, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Girona, gjørdist forseti í Katalonia í januar í 2016. Hann sat í embætinum í sløk tvey ár.

 

Trýst á pílin á myndinin fyri at síggja video frá AFP/RITZAU

 

/ritzau/AFP