Fríggjadagin bað ovara deildin í ES dómstólinum lægru deildina um at taka málið upp og kanna áheitanirnar hjá teimum báðum katalanarunum.
Carles Puigdemont og og Antoni Comin vórðu valdir til Evropatingið á valinum í mai 2019.
Men Spania hevur kravt, at teir koma til Madrid og leggja eið, um teir skulu manna sessirnar í Evropatinginum.
Tað hava Comin og Pugdemont ikki gjørt. Teir óttast, tað verða handtiknir og rættarfylgdir í Spania vegna høvuðsleiklutir teirra í loysingarrørsluni í Katalonia.
/ritzau/