Puha - 104 dagar til páskir

Jólini eru farin fram við, og páskirnar eru seinar í ár. Hetta merkir, at tað er langt til næstu frítíð. Heilar 104 dagar hava vit talt okkum til. Her eru nøkur tipp um, hvussu tú klárar hesa myrku og arbeiðssomu tíð.

"Oksavikurnar" vóru komandi 15 vikurnar nevndar í gamla bóndasamfelagnum. Navnið komst av, at tað er ein strævin tíð, ið er fyri framman.

Men tíbetur eru vit komin nakað longri nú á døgum og kunnu unna okkum at taka okkum av lættum við jøvnum millumbilum.

Men at tað er ein myrk tíð slepst ikki undan. Tí er gott at fara út at ganga ein túr, meðan dagsljós er. Tá fær kroppurin týdningarmiklu D-vitaminirnar, og vit gerast glaðari av at røra okkum.


Annað, sum tú kanst gera fyri at klára hesa tíð, er til dømis:

- Lesa eina góða bók

- Fáa tær eitt fótabað

- Smílast meira

- Baka breyð


Og um tú hevur ráð:

- Far til frisør

- Keyp eina ljóslampu

- Byrja at venja á venjingarmiðstøð

- Ger negl á salong


Og um tú er desperat:

- Far ein túr suðureftir

- Far á skíðferiu