Í dag byrjaði harðliga tiltrongda aðalorðaskiftið um Public Service-sáttmálan, sum skal gerast millum løgtingið og almenna føroyska Kringvarpið.
Eitt uppskot er longu orðað, og eingin ivi er um, at intentiónirnar í hesum eru bæði nógvar og fagrar.
Men skal nakað høpi vera í føgru málsetningunum, so er tvingandi neyðugt, at løgtingið eisini tekur støðu til, hvussu virksemið hjá almenna Kringvarpinum skal fíggjast.
Tá nýggja Kringvarpslógin varð smíðað í 2006, viðmerkti Kappingarráðið í hoyringsskrivi, at skuldi ein rímulig avleiðing verið tikin av valdu inntøkuskipanini, har almenna Kringvarpið sleppur at kappast beinleiðis við privata marknaðin, skuldu aðrar rásir/miðlar fingið part av einum kringvarpsgjaldi.
Veruleikin hevur tó verið júst tann øvuti. Kringvarpið hevur síðani á sumri í fjør miðvíst arbeitt við at styrkja um marknaðar- og søluarbeiði sítt. Og tá lýsingarmarknaðurin annars er viknaður í samsvari við búskapargongdina, hevur negativa ávirkanin á privatu miðlarnar verið tvífald.
Í grannalondum okkara er vanligt, at almennu kringvarpini hava avmarkingar. Serliga í mun til, hvussu teirra programvirksemi verður fíggjað. Endamálið við hesum er at geva privatu miðlunum eitt fíggjarligt grundarlag í kappingini við almannakringvarp.
Enn eru tó ongar avmarkingar settar fyri lýsingarpartinum hjá Kringvarpinum, sum soleiðis ótálmað fær loyvi at virka í púra fríari kapping við privatu miðlarnar, samstundis sum stovnurin við tvangskravdum lurtaragjaldi og almennari íløgujáttan hevur eitt politiskt tryggjað inntøkugrundarlag upp á knappar 46 mió kr. umframt at stovnurin ætlandi fær úti við 20 milliónir í inntøkum frá lýsingum, spælivirksemi og øðrum virksemi. Altso virksemi, sum er í beinleiðis kapping við privatu miðlarnar og í beinleiðis andsøgn til politiskt skjalfestu kringvarpssemjuna.
Verður hesin knúturin ikki loystur, fara føgru orðini um Public Service sáttmála bara at skeikla marknaðin enn meira. Tá fær Kringvarpið álagt fleiri skyldur, uttan at peningur fylgir við, og skal leiðslan tá røkja sítt arbeiði, verður neyðugt hjá stovninum at finna enn meira pening á spæli- og lýsingarmarknaðinum.










