Tíðargrein
Síðani nýggja leiðslan í Kringvarpinum tók við, hevur alment fíggjaða útvarpsstøðin verið fyri eini miðvísari kommercialisering. Við Gallup-kanningum og øðrum góðum parametrum er nógv lagt fyri í royndunum at tekkjast mest møguligum lurtarum. At sendiflatan í størst møguligan mun vendir sær til ein so breiðan lurtaraskara sum gjørligt, samstundis sum best umtóktu sendingarnar eru lagdar júst har, sum flestu lýsararvilja plasera sínar lýsingarkrónur.
Var talan um eina privata rás, sum kappaðist á jøvnum føti við aðrar aktørar á marknaðinum, so var einki at siga til hetta. Viljin og evni at skapa áhugavert fjølmiðlatilfar og har við at verða eitt aktiv hjá lýsarunum er ein veruleiki, sum allir privatir miðlar – bløð sum útvarpsrásir – liva í hvønn dag.
Men talan er ikki um eina privata rás. Talan er um alment varp, sum – íroknað spæliinntøkur, ókeypis sendinet, íløgustuðul og tvangskravt lurtara- og hyggjaragjald – hevur á leið 60.000.000 krónur í kassanum, tá árið byrjar. Og sum við hesum byrjunargjaldinum í rygginum fer beinleiðis út í kapping við privatu aktørarnar á marknaðinum.
Avrita skránna úr Vágsbotni
Í hálvgum desperatu royndunum at vaksa um áhugan fyri lýsingakrónum er Kringvarpið spakuliga eisini farið í holt við at kopiera mest sum alt, sum fer fram hjá handilisga kappingarneytanum í Vágsbotni.
Frálíku seinnapartssendingarnar vórðu fluttar til fyrrapart, so tær kundu gerast beinleiðis kappingarneyti hjá ymsu morgunsendingunum á Rás2. Aftur fyri varð Elis fluttur til seinnapart, har Rás2 hevur sína ynskiløtu. Morgunlestur hevur ikki verið á Rás2 seinastu tíðina, so sjálvandi mátti endursendingin av hesum burtur av sendiflatuni í Sortudíki. Vandin var jú, at kjarnulurtarin hjá hesum kanska ikki akkurát matchaði lurtaraprofilinum, sum lýsarar vilja hava. So tað mátti eisini broytast.
Tað líktist heldur ikki nøkrum sum helst, at fólkini í Vágsbotni vóru somikið djørv og nøsk, at tey í fjør fóru at senda 3. hálvleik, har tikið varð samanum dagsins umfar í fremstu fótbóltsdeildini. Hvørja líktorn vit tá traðkaðu á, vita vit enn ikki, men í øllum førum var ein avleiðing, at alment fíggjaða Kringvarpið nú longdi “bóltin”, soleiðis at hesin strekti seg væl og virðiliga fram við teimum báðu fyrstu hálvleikunum og inn í tann triðja.
Og í gjár bar fullkomuliga av. Hóast tað hevði verið ynskiligt, so hevur Kringvarpið havt sínar trupulleikar við at dekka alla Vodafone-deildina, tá dystir skulu spælast fleiri dagar og fleiri klokkuslett. Live-frásagnir frá fótbólti hevur leingi verið nakað, sum vit á Rás2 hava havt í tonkunum, og óteljandi lurtaraáheitanir hava eisini skundað undir hesar tankar.
Sunnudagin bar so til at senda, tá AB valdi at flyta sín dyst til klokkan 17, og royndin eydnaðist somikið væl, at vit longu í gjáramorgunin valdu at taka av møguleikanum, nú eingin frásøgn var frá dystinum í Sarpugerði. Í øllum førum ikki sambært skránni hjá Kringvarpinum.
Men tað skuldi koma. Sum skilst fekk Miðladeildin í Sortudíki eina áheitan frá ítróttarredaktiónini longu sunnudagin, men tá umsitingarliga viðgerðin av hesum var liðug eina ferð mánadagin, var tokið mest sum koyrt - við Rás2 umborð.
Og tað bar jú slettis ikki til. Hóast Kringvarpið fekk at vita, at Rás2 sendi frá dystinum. Og hóast hetta innibar, at Kringvarpið ikki kundi brúka vanliga frásøgubúrið við vøllin, so skuldi frásagnin partú í luftina. Jazzurin varð tikin av skránni, og ein bussur leigaður, so útvarpsfólkini kundu hýsast. Tí hetta mátti Rás2 ikki vera einsamøll um. Í so máta vigaði tað lítið, at almenna Kringvarpið, sum allir føroyingar gjalda sín part til, eisini kundi valt at viðvirka til fjølbroytni í miðlamyndini. Fjølbroytni er jú serstakliga órelevant, tá tú heldur kanst nýta skattaborgarans pening til at køva handilsligar kappingarneytar.
Og sum prikkurin yvir tí so væl kenda i’num vóru greiðu boðini til redaktiónirnar, at tað ikki mátti nevnast við einum orði, at Rás2 sendi frá dystinum. Uppmerksomu redaktiónirnar í Sortudíki og í Vørðsluni, haðani Dagur og vika og 3-2 vórðu send, nevndu annars trúfastar sum altíð, at Útvarpið hjá Kringvarpinum sendi frá dystinum. Men longur enn tað sama rakk viljin til fremja upplýsing so ikki. Upplýsing tænir jú ikki nøkrum endamáli, tá hon kann vera kappingarneytanum at frama.
Fair Play
Takka verið teimum framúr fólkum, sum vit hava hava í Miðlahúsinum, vilja, treiskni og knallhørðum arbeiði hava vit framvegis eina privata útvarpsstøð, sum er til reiðar at taka upp kappingina við Kringvarpið innan útvarpsøkið.
Og frá byrjan hava vit lagt dent á, at vit vilja virka til at økja um fjølbroytnið á marknaðinum. Júst tí vit ikki sóu nakað endamál í at skapa eina klóning av kringvarpsskránni, men heldur vildu skapa okkara egna útboð.
Undir vanligum umstøðum vildi hetta viðført økt fjølbroytni á marknaðinum, har tilboðini til lurtaran altíð eru fleiri og fram um alt eisini ymisk. Og bar almenna Kringvarpið seg at sum public service stovnur, so vildi hetta heldur ikki verið nakar trupulleiki.
Trupulleikin kemur, tá tær treytir, sum fylgja við almenna startkapitalinum verða ofraðar á handilsliga kappingaraltarinum. Ummøbleringin av sendiflatuni, økti innsatsurin at tekkjast lýsarum og strembanin eftir at køva aðrar aktørar á marknaðinum ber við sær, at Kringvarpið í dag er við til at einsrætta lurtaratilboðini heldur enn at lata privatar aktørar økja um fjølbroytni. Lurtarin kann í dag velja millum fyrrapartssending á Rás2 ella ctrl+e í Kringvarpinum, millum ynskiløtu og tit skriva vit spæla. Og nú eisini millum fótbóltsfrásagnir á Rás2 ella í Kringvarpinum. Alt hetta í royndunum at køva kappingina á marknaðinum. At økja um lýsingarinntøkurnar hjá Kringvarpinum, og harvið skrykkja botnin undan tilverugrundarlagnum hjá privatum miðlum.
Varð hetta gjørt í reellari kapping, høvdu vit ongar sum helst trupulleikar havt av hesum. Men tá tað verður framt av kappingarneyta, sum hevur fyrimun upp á 60 milliónir krónur, er okkurt logandi galið. Fair Play var vónandi galdandi innan fyri hvítu strikurnar í Sarpugerði í gjár. Uttan fyri var hugtakið í øllum førum strikað.
Public – ikki service
Ein partur av almennu skylduni hjá Kringvarpinum er eisini at framleiða smalar sendingar til ein avmarkaðan lurtaraskara, sum ikki av sær sjálvum skapar bestu fortreytir fyri lýsingastreyminum.
Uttan at niðurgera hvørki Jazz ella føroyskar sangir, so vóru sendingar við hesum innihaldi klokkurein dømi úr mánadagsskránni. Men hesar sendingar vórðu fluttar til miðja nátt, tí Rás2 mátti so ikki standa einsamøll við eini fótbóltsfrásøgn. Diversitin, fjølbroytni og valmøguleikan hjá lurtarunum legði almenna varpið líka í. Roknað í prosentum fylla smølu sendingarnar væl tað sama, um tær verða sendar klokkan 19 ella 24, so innan tjúkku múrarnar í Sortudíki livir Public Service hugtakið helst framvegis sítt góða lív.
Fyri okkum uttanfyri er tann spurningurin meira ivingarsamur.
Public – Ja, um public merkir at tekkjast flest møguligum í kappingini um lýsarakrónur og royndunum at køva onnur.
Service- Nei!