Public Service á eitt síðuspor

Tá Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vórðu løgd saman í ein stovn - Kringvarp Føroya - hin 1. januar 2005, starvaðust umleið 50 fólk hjá útvarpinum og eini 65 fólk hjá sjónvarpinum.

Í dag eru umleið 85 fólk í starvi tilsamans hjá Kringvarpi Føroya, og nú stúrir Dia Midjord, kringvarpsstjóri fyri, at neyðugt verður at siga millum 15 og 30 fólkum úr starvi.

Eginognin hjá Kringvarpi Føroya var 13 miljónir krónur, tá stovnurin varð skipaður, men við árslok í ár er øll eginognin uppbrúkt, tí stovnurin hevur havt rakstrarligt hall í fleiri ár.

Í Degi & Viku í kvøld segði Dia Midjord, kringvarpsstjóri, at tær skerjingar, sum nú liggja fyri framman, um stovnurin ikki fær eykajáttan, fara at ganga útyvir stovnin allan, sum hann er.

Hann segði, at sleppur stovnur væl ígjøgnum fíggjarligu kreppuna, verða 65 fólk eftir, tá avtornar, men gongst illa, sum hann tók til, verða bert 55 fólk eftir í Kringvarpi Føroya.

- Eg vil siga, at tað verður minni av øllum sløgum av sendingum, og neyðugt verður at leggja public service-avtaluna á eitt síðuspor, sum kringvarpsstjórin tók til í Degi & Viku í kvøld.

Myndin av kringvarpsstjóranum er úr Degi & Viku í kvøld.