23. august letur nýggj Psykologstøð upp í Magnus Heinasonargøtu 23, 2. hædd í Tórshavn. Psykologarnir Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Tóra Petersen hava sett á stovn Psykologstøðina. Umframt tær báðar fara psykologarnir Súsanna O. Skaale og Rannvá Sloan Jørgensen at starvast á Psykologstøðini. Virksemið á Psykologstøðini fer at fevna um viðgerð og ráðgeving til einstaklingar, pør, familjur og bólkar. Harafturat fer virksemi at fevna um psykologiskar kanningar, supervisión og vegleiðing til starvsfólk og leiðarar, kreppuviðgerð til einstaklingar og bólkar, familjur og pør, ymiskt skeiðs- og undirvísingarvirksemi.
Psykologarnir á Psykologstøðini hava nomið sær serútbúgving og royndir innan ymisk økir og á Psykologstøðini ber til at fáa viðgerð fyri ymiskar líðingar, sum eitt nú ótta, tunglyndi, strongd, persónsmenskuórógv, rúsevnistrupulleikar, identitetstrupulleikar, fylgjur eftir ágang og kreppur og mangt annað. Eisini ber til at fáa hjálp til sjálvsmenning, ráðgeving og vegleiðing til ymiskar fakligar og persónligar avbjóðingar. Á Psykologstøðini verður sostatt veitt psykolog-tænasta í breiðastu merking, og øll eru vælkomin at seta seg í samband við fyrispurningum ella um tørvur er á viðgerð, fyrilestrum ella undirvísing og vegleiðing.
Rigmor N. Arge er fevnd av sáttmálanum við Heilsutrygd og kann sostatt veita psykologviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna.
Psykologarnir, sum starvast á Psykologstøðini siga, at tær leggja stóran dent á at veita dygdargóða tænastu, har tagnaðarskyldan er ein sjálvfylgja og virðing fyri menniskjanum í hásæti. Tað er møguligt at lesa meira um psykologarnar á heimasíðuni hjá Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, har allar eru limir (www.psykolog.fo).