– Sálarlig heilsufremjan meta vit á psykiatriska deplinum eigur at fáa høga raðfesting, bæði samfelagsliga, fakliga og persónliga. At vit røkja okkara sálarligu heilsu á jøvnum fóti við okkara likamligu heilsu, hevur stóran týdning fyri hvussu vit hava tað. Vit ynskja at viðvirka, til at hin einstaki gerst tilvitaður um sína sálarligu heilsu, umframt týdningin av hvussu vit sum samfelag, fakliga og persónliga røkja hesa frá vøggu til grøv, sigur Psykiatriski depilin í tíðindaskrivi, sum Fólkaheilsuráðið hevur sent út.
Barna- og ungdómspsykiatriska toymið hevur verið partur av ABC verkætlanini nú í nakrar mánaðir, og tí fegnast Fólkaheilsuráðið um, at allur Psykiatriski depilin nú eisini ynskir at arbeiða sálarliga heilsufremjandi við ABC fyri sálarligari heilsu.
– At partar av heilsuverkinum nú eru við í ABC samstarvinum er í tráð við heildarætlanina um sálarliga heilsufremjan og vísur, hvussu vítt fevnandi ABC-verkætlanin nú er vorðin, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
– Sjónarhornið hjá Heilsuverkinum er í stóran mun viðgerð og fyribyrging. Hetta hevur týdning, men vit á Psykiatriska deplinum ynskja at hugtakið heilsufremjan kemur alsamt meir á breddan. Her er tørvur á einum paradigmu skifti, og ynskja vit á deplinum at ganga á odda, við at gerast partur av hesum ABC – samstarvinum í mun til sálarliga heilsufremjan, sigur Psykiatriski depilin.
##med2##
Hittust fyri níggjundi ferð
Ein týdningarmikil liður í at vera samstarvsfelagi í ABC fyri sálarliga heilsu, er at samstarvsfelagar møtast nakrar ferðir um árið.
Herfyri savnaðust eini 26 fólk frá ymiskum feløgum, stovnum og kommunum á níggjunda ABC samstarvsfundi. Umframt at økja um vitan og íblástur innan økið, eggja fundirnir eisini til nýggj samstørv millum samstarvsfelagarnar um sálarliga heilsufremjandi átøk. Tí gleðast vit um at fundurin hesaferð førdi til nýggj átøk og samstørv millum feløg og kommunur, skrivar Fólkaheilsuráðið.
7.-13. oktober verður ein sokallað ABC vika.