Psykiatriska økið afturútsiglt

Psykiatriska økið er afturútsiglt á næstan øllum økjum. Við hesari heilsan leggur Bill Justinussen upp til aðalorðaskifti í løgtinginum um heildarpsykiatri í Føroyum. Ein stórur trupulleiki eru umstøðurnar, sum sálarsjúk, ið eru innløgd, mugu liva undir.

Viðurskiftini hjá teimum sálarsjúku í Føroyum eru langt frá nøktandi.
Tað gongur týðiliga fram av frágreiðingini, sum Bill Justinussen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri løgtingið í sambandi við aðalorðaskiftið um heildarpsykiatri í Føroyum.
Í frágreiðingini gongur eitt nú fram, at Løgtingsins umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum í oktober 2002. Í frágreiðingini, sum hevur verið til hoyringar hjá Familju- og heilsuráðnum, átalar umboðsmaðurin fleiri viðurskifti, sum sálarsjúk og liðugt viðgjørdir sjúklingar á psykiatriska deplinum liva undir.
Umframt at bygningarnir eru í sera ringum standi, vísir umboðsmaðurin á tann stóra trupulleika, at eini 40 til 50 seingjarpláss av teimum 70, sum er til taks á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, verða nýtt til bústað hjá sjúklingum, ið ikki hava tørv á at vera innlagdir. Orsøkin til at fólkini búgva á deplinum er, at ongi onnur bústaðartilboð eru til hesi fólkini.
? Hesi viðurskifti eru ein afturvendandi trupulleiki, tá ið arbeitt verður við at finna loysnir á psykiatriska deplinum,og hetta virkar stagnerandi fyri allan depilin, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður.
Bústaðartrupulleikin eru bara ein av fleiri. Nú Bill Justinussen hevur skipað fyri aðalorðaskifti um heildarpsykiatri í Føroyum, ger hann púra greitt, at skal nakað munagott henda, má ein peningajáttan fylgja við. Og henni borga politikararnir fyri.
? Um landsins myndugleikar ynskja, at tað skal arbeiðast fram ímóti at kunna bjóða eitt heildarpsykiatriskt viðgerðartilboð í Føroyum, verður samstundis neyðugt at økja um fíggjarligu játtanina til tey sálarsjúku, tí staðfestast kann, at tað psykiatriska økið er afturútsiglt á næstan øllum økjum, sigur Bill Justinussen.
Aðalorðaskifti um heildarpsykiatri er sett á dagsskránna fyri tingfundin í dag, týsdagin 8, apríl klokkan 10.00.