Psykiatrisk skaðastova

Tað er ein sannroynd, at vit dagliga umgangast fólk, sum hava sálarligar trupulleikar.

Tað er ein sannroynd, at vit dagliga umgangast fólk, sum hava  sálarligar trupulleikar. Tey hava ymiskt  at dragast við, og ofta  er ringt at seta orð á hvat bagir.  Um hesi knappliga eitt kvøldið hava tørv á sálarligari 1.hjálp, so hava hesi ikki nógvar møguleikar at søkja sær hjálp. Hetta ger seg   kanska serliga galdandi har onki ella lítið socialt netverk er.     

Um tú brýtur beinið, ella fært skaða í ryggin, so fert tú á skaðastovu til kanningar.  Út frá tí  verður støða  tikin til,  hvat víðari skal  gerast.

Sálarlig mein  síggjast   ikki   við eygunum  á sama hátt sum  fysiskir  skaðar, men eru minst líka so álvarsligir.    Um tú fært skaða í sálina og hevur akuttan tørv á læknahjálp, so er ongin akut skaðastova at leita sær hjálp hjá.

 

Hetta er ikki nóg gott.  Tí eiga vit sum skjótast  at fáa eina psykiatriska skaðastovu. Fólk   fara á skaðastovu við brotnum beini og øðrum fysiskum skaðum og  eiga á sama hátt kunna fara á eina psykiatriska skaðastovu við akuttum sálarligum trupulleikum.  

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Valevni Fólkafloksins.