29. oktober verður 50-ára dagurin hátíðarhildin við stórum tiltaki í Smæruni í Havn. Tá fara ymiskir fyrilestrarhaldarar at lýsa føroysku psykiatriina úr fleiri ymsum sjónarhornum – bæði fortíð, nútíð og framtíð. Eisini verða sofaprát og tónleikur.
Millum annað fer Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, at tosa um evnið ‘Yvirgongdin frá ”Anstalts tilveru” til meira sjálvmedvirkan í gerandislívinum’, Gyðja Tróndardóttir, B. S. Sc í samfelagsvísindum, fer at tosa um ’Sálarsjúk í eini farnari tíð’ og Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni og depilsleiðari, fer at tosa um ”Psykiatri.fo í framtíðini”.
Óluva Zachariasen fer at leiða sofaprátið, har gestirnir eru Pól Huus Sólstein, Anna Nolsøe Joensen og Anna Malan Jógvansdóttir.
Lena og Niclas fara at syngja og spæla.
Dagurin endar við, at kendi danski sjónvarpsverturin, Henrik Dahl, sum millum annað er kendur frá Rabatten á DR, greiðir frá egnum upplivingum við sálarsjúku.
Tiltakið er ókeypis.











