PSV stendur Arsenal og Valencia ímóti

21-ára gamli Ibrahim Afellay, ið er enn ein av úrslitunum, hjá víðakenda fótbóltsskúlanum, hevur í hesum kappingarárinum, rættuliga víst hvør dugur er í honum. Í Eredivision hevur hann fingið rættuligt gjøgnumbrot, og eisini hevur hann fingið sín fyrsta landsdyst.

 

Arsenal og Valencia hava lagt til merkis hesa menning, Afellay hevur havt, og hava fleiri ferðir verið til staðar á Philips Stadion, fyri at fylgja honum. Nú hevur hann so sent eitt tekin út um at hann ynskir at verða verandi í PSV, hetta við at hann hevur skrivað undir uppá eina longing av sáttmálanum. So á pappírinum verður hann í øllum førum verandi í hálandi fram til 2011.

 

- PSV eru ómetaliga nøgdir við longjanina av sáttmálanum. Afellay er ein lyklaspælari, og komur at hava enn størri ávirkan í teimum komandi kappingarárunum. Tað eru fantastisk tíðindir fyri PSV, ljóðar í einum úttalilsi frá felagnum.

 

Afellay, ið hevur marokkanskan uppruna, men umboðar Holland, kann spæla á øllum plássum á miðvøllinum.