PSG og Real Madrid kappast um Sterling

Brendan Rodgers fer tó at stríðast fyri at halda Raheem Sterling í Liverpool

86 dagar eru til flytingarvindeygað letur uppaftur, men søgurnar um sølur og keyp í altjóða fótbólti hava longu fingið bein at ganga á.

 

Enska blaðið, The Daily Mail veit at siga, at Real Madrid og Paris Saint Germain ætla at kappbjóða uppá 19 ára gamla stórtalentið hjá Liverpool, Raheem Sterling. Sterling fær eina upphædd, sum svarar til umleið 300.000 krónur í løn um vikuna, og tað ljóðar, at hann vil hava eina munandi størri upphædd, og líkt er til, at Paris Saint Germain og Real Madrid kunnu bjóða mangt slíkt.

 

Høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Brendan Rodgers fer tó at gera sítt ítarsta fyri at halda Raheem Sterling í felagnum. Og yvirfyri The Daily Mail sigur Brendan Rodgers, at hann væntar, at framtíðin hjá Sterling liggur í Liverpool.