PSG letur 1,65 millardir krónur fyri Neymar

Sambært ráðgeva eru tey í Paris Saint-Germain til reiðar at gjalda fyri klausulin hjá Neymar.

 

Um stutta tíð verður fótbóltsspælarin Neymar heimsins dýrasti fótbóltsspælari nakrantíð.

 

Tað sigur ráðgevin hjá brasilska fótbóltsspælarinum Walter Ribeiro, eftir at tað fyri í dag bleiv váttað, at Neymar hevur biðið núverandi felag sítt, FC Barcelona, um at verða seldur.

 

Les eisini: Barcelona váttar: Neymar venur ikki

 

Sambært Walter Ribeiro er franska felagið Paris Saint-Germain til reiðar at gjalda heilar 222 milliónir evrur, tað er um 1,65 milliardir krónur, fyri at loysa klausulin hjá Neymar við FC Barcelona.

 

Tað skrivar tíðinastovan AFP.

 

Sambært Walter Ribeiro fer Paris Saint-Germant "komandi tímarnar" at gjalda pengarnar, og brasiliarnir kann síðani presenterast í franska felagnu "hetta vikuskiftið".

 

FC Barcelona váttaði fyrr í dag, at 25 ára gamli Neymar hevur boðað frá, at hann ynskir at fara úr FC Barcelona eftir fýra ár í felagnum.

 

Barcelona boðaði samstundis frá, at eitt komandi felag fer at gjalda fyri klausulin hjá Neymar fyri at fáa fatur á honum.

 

Neymar longdi í fjør sáttmálan við Barcelona fram til 2021.

 

/ritzau/