PSG lúrir eftir Ronaldo

Tað er ikki hissini, sum søgurnar ganga í Spania eftir at Ronaldo segði seg ikki vera glaðan í Madrid. Eftir at leikarin noktaði at feira sínar skoringar nummar 149 og 150 fyri Real Madrid, hava søgurnar gingið.

 

Eftir øllum at døma er Ronaldo illir um, at sáttmálin ikki enn er longdur við einari munandi lønarhækkan, so sum honum er lovað.

 

Høvuðríka Paris Saint-Germain fylgir spent við í gongdini um heimsins dýrasta spælara, men eisini russiska Anzhi fylgir við, skrivar Mundo Deportivo. Júst tey feløgini kunnu keypa Ronaldo, tí skiftisgluggarnir ikki eru afturlætnir í Ruslandi og Fraklandi.

 

Sambært Mundo Deportivo er PSG eigarin, Sheik Tamim bin Hamid al Thani, stórur Ronaldo-fjeppari og droymir um eitt álop við Ibrahimovic og Ronaldo.

 

Tað er ikki heilt greitt, hvør ónøgdin hjá Christiano Ronaldo stavar frá. Fyrr í dag ljóðaði, at tað var liðfelagin, Marcelo, ið hevjaði Casillas og Messi heldur enn Ronaldo, ið gjørdi seinni nevnda illan. Men sambært fleiri sponskum miðlum er tað altso sáttmála leingjanin og lønarhækkingin, sum letur bíða eftir sær.