PSG hevur rindað fyri Neymar

FC Barcelona váttar júst nú, at Neymar fer úr felagnum.

Tað hevur bent meira og meira á, at Neymar fer at skifta úr FC Barcelona til franska felagið PSG, og nú váttar FC Barcelona, at Neymar fer úr felagnum.


FC Barcelona upplýsir júst nú á heimasíðu sínari, at PSG hevur rindað tað, sum krevst fyri at keypa Neymar leysan – einki minni enn 1,65 milliard krónur.


Felagið sigur, at umboðsfólk hjá Neymar hava verið á skrivstovuni á Nou Camp seinnapartin í dag og rindað ta risa stóru upphæddina.


Tískil tykist tað einans at vera ein spurningur um tíð, til Neymar alment verður kunngjørdur sum PSG-leikari.


Neymar skifti til FC Barcelona úr heimlandsfelagnum Santos í 2013. Í FC Barcelona legði hann 105 mál eftir seg í 186 dystum.