Tíðindaskriv
Í samkomunum í dag er sera stórur tørvur fyri, at hvør einstakur limur í samkomuni kemur inn í støðuga lovprísan og tilbiðjan, fyri at uppfylla Guds longsul, sum vit lesa um í Johs. 4, 23:
Men tann tíð kemur ? og er nú ? táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava.
Í 1983 legði Harrin spíran til Psalmodi á hjartað hjá Tom Inglis, lovsangsleiðara, tá hann persónliga fekk ein longsul eftir at síggja hendan tørvin blíva mettaðan. Hann kendi tað sera neyðugt, at fáa undirvísingina, um at gera lovprísanina til ein lívstíl, út til samkomuna sum skjótast. Besti hátturin at gera hetta, metti hann vera at undirvísa teimum, sum í samkomuni antin høvdu lovsangs- hirða- ella læraratænastu, so tey í síni tænastu kunnu vera við til at seta hetta í verk.
Tað er tí við stórari gleði, at vit kunnu upplýsa, at tann fyrsti Psalmodiskúlin í Føroyum er settur á stovn. Skúlin kemur at húsast í Kelduni í Skálafirði og undirvísingin byrjar eftir ætlan 17. september 2001, har undirvíst verður annaðhvørt mánakvøld.
Tey sum koma at undirvísa eru m.o. Jastrid og Pauli Høj fyristøðufólk í Kelduni, Eyðun Jacobsen lovsangsleiðari og leiðari fyri Psalmodi Føroyar.
Tað er okkara vón og bøn, at hesin skúli má verða mitt í Heilaga Andans leiðslu. Skúlin vendir sær til allar limir á Kristi likami og er sostatt ikki bert fyri kórsangarar ella tónleikarar. Vit trúgva, at Harrin er í ferð við at seta tilbiðjarar til síðis fyri seg sjálvan, og eitt afturvendandi evni á Psalmodiskúlanum verður, at vit menniskju eru skapt til at verða »tilbiðjandi ljóðfør«. Ikki fyrr enn okkara tænasta er fyri Harranum, eru vit brynjaði út til at tæna hvørjum øðrum.
Undirvísingin inniheldur 16 partar og er eitt »must« fyri ein og hvønn trúgvandi sum vil vita, hvat Bíblian lærir um tilbiðjan, og sum ynskjir at skilja, hvat Gud ætlar við at endurreisa templið hjá Davidi í samkomuni í dag. Gjøgnumgangandi er allan vegin, at tilbiðjan má gerast til ein lívsstíl.