Tá talan er um stórar upphæddir, ber næstan altíð til at fáa vøruna fyri lægri prís ella tú fært okkurt ókeypis omaná.
Hvat er tað ringasta, sum kann henda? Tú fært ongantíð meira enn eitt nei.
Spyr eftir restlagur ella eftir framsýningsvørum, sum ikki kunnu seljast fyri fullan prís.
Spyr um avsláttur við einum smíli, men bíða eftir svari, so tað er skilt at tú meinar tað. Tú skalt tola pínligu støðuna.
Ver framlig/ur, men ikki frek/ur.
Brúka humor. Í staðin fyri at spyrja: hvat kostar hetta? Kanst tú spyrja: Hvat fært tú selt hetta fyri? Ella: Hvat fái eg hetta fyri?
Fortel sølufólkinum, at tú ætlar at biðja um tilboð frá kappingarneytum eisini, og spyr um hann vil hava teg at koma aftur til hansara, um kappingarneytin hevur ein betri prís.
Ver persónlig: Sig..."eftirsum eg keypi so ofta frá tykkum....." ella "eftirsum eg eri vinfólk við Pól, sum eisini arbeiðir her....". Royn eisini at keypa frá tí sama sølufólkinum ofta og minst til navnið á viðkomandi.
Fortel at tú ert villig til at gjalda meira fyri kvalitet, men at tænasta hevur nógv at siga!
Bið altíð um tilboð uppá stórar ordrar.










