- Eg skilji Leirvíkingar so hjartaliga væl.
Gunvá við Keldu er borgarstjóri í Klaksvík og hon hevur sjálvandi stóran áhuga í søguni í Sosialinum í gjár um, at býráðið í Eysturkommunu nú hevur kravt, at vegurin í sambandi við Norðoyatunnilin beinanvegin verður lagdur undir mold aftur og at lendið verður latið kommununi aftur í sama standi, sum tað í síni tíð varð latið til vegin.
Borgarstjórin í Eysturkommunu ásannar, at hetta er ein ógvuslig avgerð, men býráðið veit sær ongi onnur ráð fyri at fáa landsstýrið at seta gongd arbeiðið at gera vegin, sum skal vera ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin.
Hetta hevur sjálvandi sett ein hvøkk í norðoyingar.
Ein provokatión
Men hóast borgarstjórin í Klaksvík skilir leirvíkingar, heldur hon kortini, at tað er primitivt at hótta við at taka farleiðina frá 6000 borgarum og fleiri vinnuvirkjum, sum standa fyri einum stórum parti av okkara útflutningi.
Men hon uppfatar samtyktina hjá býráðnum í Eysturkommununa meiri sum eina provokatión fyri at fáa nakað at henda.
- Leirvíkingar hava ført síni sjónarmið fram í fleiri ár, men tey verða ikki hoyrd og tað er ógvuliga óvirðligt av landsstýrinum, at málið ikki er loyst.
- Vegaføringin ígjøgnum Leirvík er eitt mál, sum hevur drigið alt ov leingi út og vit mugu bara staðfesta, at í hesum máli hevur landsstýrið ikki verið verið sína uppgávu vaksið.
- Og so er tað enda við eini samtykt, sum er eitt sindur provokerandi og tað skilji eg fyri so vítt væl.
- Men vit liva í 2010 og eg kann ikki ímynda mær, at framferðin so primitiv, at vegurin verður grivin av, leggur hon afturat.
Hon staðfestir, at Klaksvíkar Kommuna er ikki partur í málinum sum so, men eg skilji samtyktina hjá býráðnum sum eina roynd at provokera eina loysn ígjøgnum.
Hon hennara áheitan á landsstýrið er at loysa málið alt fyri eitt, tí tað kann heldur ikki vera rætt, at hetta málið ár um ár skal víkja fyri øðrum útbyggingum.










