Proteindrykkir til tey sjúku í Havn

- nú skal vera yvirstaðið við tí tiltikna keðiliga sjúkrahúsmatinum.

Ein kostverktætlan á skurðseingjadeildini á Landssjúkrahúsinum hevur elvt til, at sjúklingar hava fingið betri og eftir kanningunum at døma - leskiligari - mat á deildini seinastu tíðina. 

 

Í mars mánaði var ein kanning gjørd av, hvussu stórur partur av máltíðunum frá deildini fór til spillis. Úrslitið vísti, at størri mongd av mati fór til spillis. 

 

Matur verður ofta undirmettur í viðgerðarhøpi, tó kanningar uttanlands vísa á, at økta góðskan í mati viðførir færri innleggingardagar, færri infektiónir og færri endurinnleggingar av sjúklingum.

Við hesum grundarlagi fóru koststarvsfólk á Landssjúkrahúsinum tí í holt við eina verkætlan, við endamáli at gera høvuðsmáltíðirnar meiri innbjóðandi og leskiligar, og millummáltíðir meiri fjølbroyttar, við m.a. at bjóða sjúklingum proteindrykkir og orkuríkar dessertir til millummála.

 

- Tað er serliga umráðandi at fáa nóg mikið av orku og proteini undir innleggjan til eitt nú skurðviðgerð, og tí er maturin sera tíðandi í viðgerðini av sjúklingum, skrivar Heilsu og Innlendismálaráðið á heimasíðuni. 

 


Eftirfylgjandi er ein nýggj kanning gjørd av nøgdseminum við máltíðirnar undir innleggjan á deildini, umframt at eftirkanna varð, um matur enn fer til spillis. 
Úrslitið gjørdist, at nærum ongin matur fer til spillis á deildini í dag, tí nøgdsemi við máltíðirnar er sera høgt. Mett verður, at hátturin maturin verður borðreiddur, økir um matarlystin hjá sjúklingunum.

- Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur víst verkætlanini stóran áhuga, og tók stig til at vitja á Landssjúkrahúsinum fyrr í vikuni, fyri at hoyra um góðu úrslitini, skrivar Heilsu og Innlendismálaráðið.