Politikkur, poppur og propaganda verður á skránni fríggjadagin aftaná arbeiðstíð. Tá verður høvi hjá veljarum og valevnum at hittast í Miðlahúsinum til propagandatiltak í sambandi við Fólkatingsvalið Alment valtiltak verður í Miðlahúsinum fríggjadagin klokkan 16. Tiltakið verður varpað beinleiðis á Rás2, og verður tað tí upp til tey sum møta upp at mynda sendingina við práti, undirhaldi, smásøgum, kjaki og argumentum.
Í høvuðsheitum er alt loyvt, tí endamálið við tiltakinum er at sannføra hvønn annan um, hví vit skulu velja ein ávísan politikara ella flokk at umboða okkum á Fólkatingi. Sostatt fáa flokkarnir og valevnini fríar teymar at føra propaganda, býta faldarar út, geva børnunum ballónir, lova tunlar ella nýggjar heimildarlógir, opnar hurðar, svartar tuflur, ókeypis ferðaseðlar...
Miðlahúsið bjóðar kaffi og fólkatingskøku og heitir á fólk um at taka talugávurnar við, tí mikrofonin verður opin. Eisini fara tey bæði plátuaktuellu sangfólkini, Uni Arge og Guðrið Hansdóttir at syngja og spæla.
Um fólk ikki eru sannførd um hvønn tey skulu atkvøða fyri frammanundan, verða tey tað kanska seinnapartin fríggjadagin.









