Projektera nú flogvøll á Tvøroyri

? Batnar samferðslan til og úr Suðuroynni ikki, skulu landins myndugleikar rokna við, at tiltøk verða sett í verk ímóti teimum, sigur borgarstjórin á Tvøroyri

?Í løtuni liva suðuroyingar sum triðja floks føroyingar. ? Og nú er tað eitt fólkakrav í Suðuroynni, at ferðasambandið norðureftir batnar.

Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri er ein av teimum, sum mangan hava víst á, hvussu týdningarmikið ferðasambandið er fyri menningina av Suðuroynni.

Men Tvøroyrar Býráð ger meiri enn bara at vísa á tørvin.

Tey vísa eisini á loysnir.

Tí í løtuni er Landsbyggifelagið í ferð við at leggja síðstu hond á eitt projekt um ein flogvøll á Tvøroyri.

Tað er nakað síðani, at Tvøroyrar Býráð samtykti at biðja Lansbyggifelagið kanna, um tað bar til at gera flogvøll í Tvøroyrar Kommunu.

Og um so var at tað bar til, skuldi felagið eisini gera eina meting av, hvussu nógv ein slíkur flogvøllur fór at kosta.

Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at síðsta hond verður lagt á tað nú, og um stutta tíð verður úrslitið hjá Landsbyggifelagnum handað Tvøroyrar Býráð.

Páll Vang sigur, at Landsbyggifelagið er komið eftir, at tað ber væl til at gera flogvøll í Kommununi.

Landsbyggifelagið arbeiðir við tveimum ymsum loysnum, men báðir hesir flogvøllirnir eru í Froðba, niðanfyri tyrlupallin og inneftir ímóti Tvøroyri.

Páll Vang sigur, at hann veit ikki, hvussu langir hesir báðir flogvøllirnir eru.

? Men tað er greitt, at talan er um vøllir til minni flogfør og fyrr hevur verið nevnt, at teir helst fóru at liggja um 600-800 metrar.


3. floks føroyingar

Páll Vang sigur, at hetta arbeiðið verður ikki gjørt tí at kommunan sjálv ætlar at at gera flogvøll á Tvøroyri.

? Vit gera ongan flogvøll. ? Men ætlanin við hesum tiltakinum er at hjálpa Landsstýrinum ávegis at loysa ein sera átrokandi samferðslutrupulleika.

? Ætlanin er at handa Landsstýrinum projektið og kostnaðarmetingina.

? So stendur tað til Landsstýrið at fara víðari við málinum, sigur býráðsformaðurin á Tvøroyri.

Hann sigur, at býráðið tekur hetta óvanliga stigið tí tað ásanna, at samferðslan til og úr Suðuroynni er so út av lagi vánalig, at tað er ein álvarsligur bági fyri menningina av oynni.

? Vit halda, at góðir samferðslumøguleikar eru fortreytin fyri menning í oynni men tann fortreytin er ikki til staðar sum er.

Og Tvøroyrar Býráð heldur, at flúgving við flogfari er avgjørt ein møguleiki- sum eisini er nevndur í samgonguskjalinum.

Men hann sigur, at tað er eisini eitt treytaleyst krav, at tað verður bøtt um sjóvegis sambandið millum Suðuroynna og Havnina.

? Suðuroyingar hava leingi verið viðfarnir sum 3. floks føroyingar og tað er nú eitt fólkakrav, at Smyril fer at sigla minst tvær ferðir um dagin ímillum Havnina og Suðuryonna hvønn einasta dag í vikuni, alt árið frá næsta ári at rokna.

Býráðsformaðurin á Tvøroyri sigur, at hetta fólkakrav er so sterkt í Suðuroynni, at verður tað ikki eftirlíkað, kunnu landsins myndugleikar rokna við, at suðuroyingar fara at seta tiltøk í verk ímóti teimum.

? Hvørji hesi tiltøk kundu verðið, kann hann onki siga um enn.

? Men nú er nokk tosað, skrivað, nokk biðið og nokk ?argumenterað?.

? Og tá ið vit síggja, hvussu gott ferðasambandið er aðrastaðni í landinum, og hvussu nógvur penngur verður lagdur í aðrar partar í landinum til alskyns endamál, skal tað eisini bera til at finna tað neyðugu fíggingina til eitt mannsømiligt ferðasamband til Suðuroynna.

Hann vísir á, at viðurskiftini innanoyggja í Suðuroynni er líka langt afturútsiglt sum sambandið norðureftir.

? Vegirnir eru gjørdir í fimti- og sekstiárunum og stór strekki eru at kalla ikki rørd síðani uttan tað, at asfalt er lagt á tey.

Hann sigur, at sjálvandi er tað eitt framstig, at tvær milliónir afturat vórðu játtaðar til Suðuroyarsiglingina, men at suðuroyingar eru langt frá nøgdir um ikki okkurt meiri hendir.

?Tær báðar milliónirnar røkka til nakrar eykatúrar hjá Smyrli í summar.

? Men tann, sum fær nyttu burturúr teimum túrunum eru mest ferðafólk og ítróttarfólk norðanfjørðs.

Hinvegin hava suðuroyingar og vinnulívið í Suðuroynni eisini brúk fyri góðum ferðasambandi um veturin.

Páll Vang sigur, at so at siga tað einasta sum er hent á samferðsluøkinum í Suðuroynni er, at ein túrur er fluttur av Tvøroyri til Vágs.

? Men tað er týdningarleyst fyri suðuroyingar.

? Tað, vit hava brúk fyri, eru fleiri túrar. So kann tað fyri so vítt gera tað sama, hvar í oynni, skipið siglur, sigur Páll Vang.